FÓTBÓLTUR
– Eg haldi hetta vera øgiliga spennandi, tí nú hava vit havt danskt og norðurlendskt blóð her í so nógv ár, føroyskt eisini, og tað er fínasta slag. Men bæði Fótbóltssambandið og spælararnir hava gott av at síggja tað heila við øðrum eygum og uppliva tað upp á ein annan máta. Tað er altíð gott við einum øðrum vinkli.
Tað sigur ein av venjarainstruktørunum hjá Fótbóltssambandinum, Hans Mourits Foldbo, sum ikki ivast í, at Brian Kerr kann læra føroyingar nógv, tí írar leingi hava verið millum teir fremstu í ungdómsarbeiði og menning av spælarum.
– Írar vóru teir fyrstu í Europa, sum fingu eina góðkenda venjaraútbúgving allan vegin frá niðast til ovast, og hesum hevur Kerr verið partur av. Tað verður stuttligt at fáa alla ta vitan, hann hevur, borna víðari til bæði spælarar og venjarar í Føroyum, sigur Hans Mourits, ið eisini heldur Kerr vera sera dámligan mann.
– Sum hann vísir seg her fyri okkum, er hann púra vanligur, samstundis sum hann útstrálar orku og tímir tað ordiliga væl. Hetta sær út til at vera tann rætti maðurin, sigur hann.