Tey seinastu tíggju árini er alkoholnýtslan í Írlandi vaksin 17 prosent, og nú er støðan so álvarssom, at stjórnin í Dublin hevur sett eina nevnd at kanna, hví írar drekka so nógv verri nú enn fyrr. Ein orsøk, sum summi vísa á, er, at í dag ber til at keypa alkohol á hvørjum horni. Bara frá 2203 til 2005 vaks talið á kioskum, sum selja rúsandi løg, 35 prosent. Brian Lenihan, løgmálaráðharri, segði í gjár, at drekkingin er vorðin ein trupulleiki fyri írska samfelagið, og tí má kannast, hví so er.










