Írar boykotta Statoil

Fleiri írskir umhvørvisverndarfelagsskapir og politiski flokkurin Sinn Fein hava mælt sínum limum og øðrum til at boykotta allar bensinsølurnar, sum Statoil hevur í Írlandi. Talan er um einar 300 støðir.

Maura Harrington, sum samskipar átakið, sigur við Aftenposten, at felagsskapirnir og Sinn Fein eru misnøgd við, at norska oljufelagið nýtir írsku oljuleiðirnar sum eitt slag av einum royndarøki. Tað ber í sær, at felagið brúkar ymsa útgerð, sum er skaðilig fyri umhvørvið og tey, sum búgva í Mayo-landspartinum, sigur hon. Tey vilja eisini vera við, at Statoil fer alt ov lætt um trygdina hjá fólki og vísa á, at í tí eina førinum hevur felagið lagt eina gassleiðing bara 70 metrar frá teimum næstu sethúsunum.

Leiðslan í Statoil vísir øllum skuldsetingunum aftur. Felagið vísir á, at írska stjórnin hevur góðkent allar verkætlaninar, og felagið avsannar eisini, at tað brúkar ótrygga útgerð í Írlandi. Norska umhvørvisverndarfelagið heldur kortini, at Statoil átti at lagt størri dent á at verja umhvørvið í Mayo-landspartinum, enn gjørt verður.