Rár Beatles vinylpláta til sølu

Ein Beatles siglepláta, ið hevur verið goymd á einum lofti í 50 ár, verður í næstum setttil sølu.

Ein singlepláta frá 1962 við The Beatles verður í næstum sett til sølu. plátan hevur ligið burturgoymd á einum lofti í 50 ár og er sjáldsom og av savnarum mett at hava stórt virði.

 

Løgini á plátuni eru "Till There Was You" og "Hello Little Girl". Eigarin er Les Maguire, ið leikti ljómborð í Gerry and the Pacemakers, ein bólkur, ið var á toppinum samstundis sum The Beatles.

 

Beatles managarin Brian Epstein hevur skrivað á húsan, og væntast kann, at hetta økir um virðið á plátuni. Mett verður, at plátan á uppboðsølu ikki fer fyri minni enn 100.000 danskar krónur.