Ein iranskur dómstólur hevur dømt rapparan, Toomaj Salehi, til deyða. Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga.
Toomaj Salehi varð fongslaður í samband við mótmælistiltøk móti stjórnini í Iran á heysti í 2022.
Maðurin hevur funnist at stjórnini í Iran og hevur víst mótmælisfólki sín stuðul mót prestastýrinum í landinum.
- Tú hevur við eina mafiu at gera, sum er til reiðar at drepa fyri at varðveita sína makt, hevur Toomaj Salehi sagt.