Hóast rapparin Kidd hevur boðað frá, at hann nú fer at gevast við sínari tónleikakarrieru, sum vit kenna hana, so ætlar hann kortini at framføra tær konsertir, sum eru settar á skrá til apríl. Og fleiri konsertir vera í summar.
Sunnudagin boðaði danski rapparin, Kidd, frá í sendingini Clement Søndag hjá DR1, at fyrsti partur av hansara tónleika karrieru nú er komin at enda, og at hann fer at steðga sínari karrieru sum Kidd.
Orsøkin er, at hann ikki kann liva við tí tónleiki, sum hann sjálvur hevur skrivað. Hann segði við sendingina, at hann hevur skrivað síni rapp løg í skemti, og at hann einans nýtti 10 minuttir uppá hvørt lag.
Tó ætlar hann at gjøgnumføra tær konsertir, sum longu eru stungnar út í kortið.
Hansara umboðsmaður, Anton Voss, sigur við gaffa.dk, at konsertirnar vera eins og ætlað, men at rapparin kortini ætlar at gevast við sínari karrieru innan rapp.
Hetta veit gaffa.dk