Ein av teimum trimum rapparunum í amerikanska hip hop bólkinum, Beastie Boys, er deyður bert 47 ára gamal. Hetta stendur at lesa á eb.dk.
Adam "MCA" Yauch fekk staðfest krabbamein fyri trimum árum síðani, men nú orkaði hann ikki at berjast ímóti sjúkuni meira.
Yauch stovnaði Beastie Boys saman við Michael "Mike D" Diamond og Adam "Ad-Rock" Horowitz í New York 1979.
Bólkurin var frá fyrsta degi av ein hardcorepunk bólkur, men skjótt byrjaðu teir at eksperimentera við hip hop sjangruni. Tað var í 1886, at teir tríggir limirnir í bólkinum fingu sítt veruliga gjøgnumbrot við fløguni "Licensed to lll".
Yauch fekk staðfest krabbamein í 2009. Tað hevði millum annað við sær, at hann ikki kundi vera til staðar, tá bólkurin slapp at vera við í Rock and Roll Hall of Fame í apríl í ár. Hann var leingi undir viðgerð, og tískil valdi bólkurin at bíða við at geva út nýggju fløguna "Hot Sauce Committe, Pt. 2"
Niðanfyri sæst eitt av kendu løgunum hjá Beastie Boys "Sabotage"