Edmund Joensen
Høgni Hoydal fer lætt um sannleikan, sum hann er vanur. Hann sigur orðarætt um hækkanina av løgtingsmannalønunum: »Tá atkvøtt varð í tinginum, vóru fólk fyri og ímóti í øllum flokkum«. Hansara útlegging er, at Sambandsflokkurin og eg samtyktu løgtingsmannalønirnar í 1999. Hetta var meðan fullveldislandstýrið ráddi fyri borgum.
Sannleikin er, at ongin í Sambandsflokkinum atkvøddi fyri hesum uppskotinum í Tinginum. Tað stendur svart upp á hvítt í løgtingsmálið nr 73. Hvussu kann Høgni Hoydal fáa seg at siga slíkt uttan at blunka, og samstundis vísa til løgtingsmálið, sum sigur beint tað øvugta?
Niðanfyri er eitt stutt yvirlit, um lutin hjá Sambandsflokkinum í tingmálinum.
Løgtingsmál nr.73 avrit av atkvøðugreiðsluni
16 feb. 1999 samtykti Tingið løgtingsmannalønirnar endaliga við 18 atkvøðum fyri, 7 ímóti og 7 vóru blankar. Flemming Mikkelsen, Marjus Dam, Alfred Olsen, Lisbeth Petersen og Edmund Joensen atkvøddu nei. Heðin Mortensen atkvøddi blankt.
Fyrra álitið
Tvær tingnevndir (fíggjarnevndin og ein grein 25 nevnd) skrivaðu álit í málinum. Í tí fyrra álitinum frá Sambandslokkinum søgdu fíggjarnevndarlimirnir Lisbeth Petersen og Flemming Mikkelsen: »Minnilutin (Lisbeth Petersen og Flemming Mikkelsen) heldur, at tað er ikki rætt at loyva uppskotinum ígjøgnum, nú vit hava grundleggjandi samfelagsbroytingar fyri framman, og tekur ikki undir við uppskotinum, sum umstøðurnar eru.«
Seinna álitið
Í seinna álitinum frá Sambandsflokkinum søgdu umboðini í grein 25 nevndini: »Minniluti 2 (Edmund Joensen og Alfred Olsen) vísir til tað, umboð Sambandsfloksins í fíggjarnevndini, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen, hava ført fram í áliti 1, og setir einki uppskot fram.«
Her hava vit so álit og endaliga atkvøðuúrslitið svart upp á hvítt, sama hvat í Høgni Hoydal finnur upp á at siga og halda. Ongin í Sambandsflokkinum atkvøddi fyri.
Hvat verður tað næsta?
Hvat verður tað næsta hann finnur uppá fyri at fáa medieumtalu? Hesufer skuldsetur hann løgtingsformannin fyri at siga ósatt. Hann smæddist ikki fyri at leggja lamið sjálvt Løgtingið, tá ið yvirtøkulógin skuldi samtykkjast. Drotningin kundi heldur ikki siga nøkur orð við ein døgurða í Norðurlandahúsinum, uttan at alt skuldi verða á gosi. Á fólkatingi fúka fyrispurningarnir um oyruni á donskum ministarum, um hvør hevur skrivað hvat í taluni, Drotningin helt. Og hann hevði neyvan sæð nýggja ríkisumboðsmannin, áðrenn hann fekk fyrstu 7 politisku spurningarnar at svara uppá.
Nú raplar fyri honum
Sætt at siga, havi eg havt ein pinka lítlan mistanka um, at tað var Høgni Hoydal sjálvur, sum hevði ein fingur við í spælinum, nú útspillandi greinarnar í bløðunum ikki hava trotið. Taktikkurin er hin sami: Koyr uppá tignina, tað er besti máti fyri at geva honum skot fyri bógvin. Ber ikki á mál við sjálvum innhaldinum í greinum, so brúka okkurt annað, stavivillur til dømis.
Henda seinasta
Henda seinasta skuldsetingin sannførir meg endaliga. Skal bara siga frá, at eg eri sera glað6ur fyri at hava fingið hann undan vaðingini (út úr buskinum) og gleði meg til tann rætta opna beinleiðis dystin, sum eg rokni við, nú byrjar av álvara.










