Vilt skipar um vikuskiftið fyri útbúgving av nýggjum instruktørum í Fuglafirði.
Vilt er fyritøka sum skipar fyri starvsfólkadøgum, starvsfólkamenning, samansjóving og trivnað.
VILT hevur í ár sum málsetning, at verða besti veitarin av omanfyri nevndu.
Stjórin í VILT Njál Reinert- Petersen sigur frá:
- Tveir av bestu donsku instruktørunum er komnir heim at útbúgva føroyingar innan rapelling.
Tað eru 10 luttakarar á instruktørskeiðnum hjá VILT. 8 frá VILT og tveir frá sløkkiliðnum í Fuglafirði.
Fyri at standa royndina, skal ein teoretiskur partur og eina praktiskur partur gjøgnumførast.
Tá skeiðið er liðugt, hava luttakararnir prógv uppá, at teir trygt kunna leiða onnur ígjøgnum hesa ítróttargrein.
Í morgin er so roynd. Tá fara luttakarnir at royna seg sum instruktørar á fyrsta sinni.
Skeiðið tekur tríggjar dagar og hóast sera ólagaligt veður, hevur lagið verið gott á monnum.
Vilt hevur rættuliga haft vind í seglunum hesi seinastu tvey árini, og er ein vaksandi marknaður høvuðsorsøkin til hetta.
VILT hevur góðar vónir til komandi tíðina, og fer í ár at útbúgva og menna so nógv fólk sum møguligt, fyri at skapa karmarnar fyri hesi nýggju vinnu.