Ransin skal í dag døma sín “lívs dyst”

Tá CSKA Moskva og Shakhtar Donetsk í dag spæla venjingardyst á La Manga verður tað við føroyskum dómarum.

 

- At døma dyst millum fremstu lið í Ukraina og Russlandi, ið hartil eru so stór og kend, er helst tað størsta, ein føroyskur dómari kann døma, segði Ransin N. Djurhuus við Sosialin undan fráferðini.

 

Hann skal saman við Andrew Christiansen og Andreas Josephsen døma venjingardystin millum CSKA Moskva og Shakhtar Donetsk. Umframt teir, so er Niklas á Líðarenda, dómaraeygleiðari, eisini við.

 

- Eg kann so fyri mítt viðkomandi siga, at eg ikki havi havt størri uppgávu enn tað sama, so hetta er higartil størsta avbjóðingin og mín lívs dystur, segði Ransin N. Djurhuus við Sosialin.

 

Dysturin verður í dag klokkan 15.00.

 

Mynd: Ransin N. Djurhuus(í miðjuni) og Andrew Christiansen(t.v.) skulu í dag døma dyst millum CSKA Moskva og Shakhtar Donetsk