Tá ÍBV í dysti í pepsideildini tekur ímóti Breiðablik á Hásteinsvøllinum á Heimey klokkan 18 í kvøld sleppa føroyingarnir hjá ÍBV, Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu at heilsa uppá ein gamlan kenning úr Føroyum.
Ransin N. Djurhuus skal nevnliga døma dystin millum ÍBV og Breiðablik. Hetta er komið í lag orsaka av dómarasamstarvinum, sum er millum Føroyar og Ísland, har føroyskir og íslendskir dómarar sleppa at døma dystir uttanfyri landoddarnar.
Ígjár dømdi Ransin N. Djurhuus dyst í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini millum Fylkir og Haukar, sum Fylkir vann 2-0. Ransin N. Djurhuus gav trý gul kort í dystinum. Tey vóru øll til heimaliðið, Fylkir.
Sambært heimasíðuni hjá íslendska fótbóltssambandinum skal Ransin N. Djurhuus døma dystin ímillum ÍBV og Breiðablik í samstarvi við hesar tríggjar íslendingarnar:
Dómari | Ransin N. Djurhuus |
Hjálpardómari 1 | Bryngeir Valdimarsson |
Hjálpardómari 2 | Þórður Arnar Árnason |
4. dómari | Jóhann Ingi Jónsson |
|