Rannvá vunnið gull

Føroyska Rannvá D. Carlsson vann finaluna í einmansleiki í badminton

Føroyska Rannvá D. Carlsson hevur vunnið finaluna í einmansleiki hjá kvinnum á oyggjaleikunum. Rannvá vann 2-0 við settúrslitunum 21-11 og 21.15.

 

Sostatt er enn ein gullmedalja vunnin til føroyska medaljusavnið. Talan er um gullheiðursmerki nummar 18 á hesum oyggjaleikunum. 

 

Mótstøðukvinnan hjá Rannvá var av Isle of Man.