- Tað verða støðugt fleiri eldri borgarar, og tað er sera umráðandi, at tey hava eitt heilsugott, aktivt og innihaldsríkt lív. Terapeutiska økið hevur stóran týdning í langtíðarætlanini fyri eldraøkið, og hetta verður nú uppraðfest.
Tað siga tey í eldrasamstarvinum, VEKS, sum hava gjørt av at seta Rannvá í Skálum í starv sum terapeutiskan leiðara. Hon byrjar í starvinum hin 21. august.
Rannvá er 46 ár. Hon er útbúgvin fysioterapeutur við drúgvum royndum. Hon er ættað úr Hvalvík og búsitandi í Vestmanna.
- Eg søkti starvið, tí eg haldi langtíðarætlanina hjá VEKS vera spennandi. Hon kann viðvirka til, at fleiri fólk fáa góð ellisár, sigur nýggi leiðarin.
Í langtíðarætlanini hjá VEKS er grundsjónarmiðið, at tey flestu kunnu vera búgvandi í egnum heimi, um tey fáa røttu tænastuna.
- Flest fólk vilja verða gomul í egnum heimi - heiminum, sum hevur givið lívinum innihald, bæði í viðgongd og mótgond. Tað umráðandi at menna økið innan heilsustimbran, endur- og viðlíkahaldsvenjing, fyribyrgjan av sjúku, og tað er eisini umráðandi at leggja dent á einsemi, heldur hon.
Í nýggja bygnaðinum hjá VEKS verður eitt terapeutiskt toymi stovnað, sum Rannvá í Skálum skal leiða.
- Eg vóni og vænti, at fleiri ergo- og fysioterapeutar halda okkara øki vera áhugavert, so toymið kann liva upp til grundsjónarmiðið, teimum eldru at frama, sigur Rannvá í Skálum.
Tær fýra samstarvandi kommunurnar í eldrasamstarvinum VEKS, eru Vestmanna kommuna, Eiðis kommuna, Kvívíkar kommuna og Sunda kommuna.