Rannvá og Brynhild í finalu

Oyggjaleikir: Í dag er badmintin farið í holt við einstaklingakappingarnar, og hava einmansleikur hjá monnum og tvímansleikur hjá kvinnum verið á skránni.

Har eydnaðist systrunum, Rannvá og Brynhild Carlsson, at koma í finaluna fríggjadagin, sum tær spæla ímóti Cristen Callow og Kimberley Clague av Isle of Man. Sostatt fara Carlsson-systrarnar í minsta lagi at vinna silvur.

Tíverri eydnaðist ongum av føroysku monnunum at koma í finaluna í einmansleiki, hóast Niclas H. Eysturoy var sera nær við, men í triðja setti í fjórðingsfinaluni mátti lúta við bara tveimum bóltum á muni.

Enn eru aðrir møguleikar at koma í finalur og fáa heiðursmerki, tí í morgin verður kappast í einmansleiki hjá kvinnum og tvímansleiki hjá monnum, og í ovurmorgin er kappingin í blandaðum tvímansleiki.