Rannvá Djurhuus Carlsson, sum fyri løtu síðani spældi ímóti Emmu Calow frá Bermuda, vann í fjórðingsfinaluni sín dyst. Hon vann 2-0, eftir at sett úrslitini 21-15 og 21-12.
Rannvá er tí klár til hálvfinaluna í single kappingini hjá kvinnum, har hon eisini er seedað sum nummar eitt til oyggjaleikirnar.