Rannvá er í finaluni í einmansleiki

Fyrsti dagur í einstaklingakappingini er liðugur, har kvinnur í einmansleiki og menn í tvímansleiki spældu.

Fyrsti dagur í einstaklingakappingini er liðugur, har kvinnur í einmansleiki og menn í tvímansleiki spældu.

 

Hesi hava spælt í dag:

Kvinnur einsmansleikur:

Rannvá D. Carlsson, Brynhild D. Carlsson, Kristina Eriksen og Gunnva Jacobsen.

 

Menn tvímansleikur:

Aksel Poulsen/Niclas Eysturoy og Magnus Dal-Christiansen/Bartal Poulsen

 

Sambært Erik Engelbrecht Thomsen úr Badmintonsambandinum, so stríddust øll væl í heitu badmintonhøllini, og har vóru nógvir javnir dystir, har tað eins væl kundi verið til okkara fyrimun.

 

– Hitin í høllini gav okkum eyka mótstøðu, og tað tærdi upp á kreftirnar. Tað eydnaðist toppseedaðu Rannvá at tryggja sær pláss í finaluni fríggjdagin. Hon møtir Cristen Marritt frá Isle of Man, sum eisini er seedað. Aksel og Niclase spældu seg í semifinaluna, men taptu til eitt par av Minorca og skulu tí spæla um bronsu fríggjadagin móti einum pari av Jersey, sigur hann.

 

Í morgin spæla menn í einmansleiki og kvinnur í tvímansleiki frá klokkan 9:00.