Rannvá Eiriksdóttir Åkerblom hevur í dag vunnið bronsu í skjóting. Hon luttók einsamøll í liðkappingini fyri kvinnur, men hóast hetta vann hon bronsumerki, tí tað vóru bert trý lið í kappingini.
Í dag hava skjúttarnir kappast í Sporting skjóting. Menninir vunnu ikki fram millum tey fremstu, men Rannvá Eiriksdóttir Åkerblom hevur vunnið bronusmerki, hóast hon luttók einsamøll í liðkappingini.
Orsøkin til tað var, at tað vóru bert trý lið í kappingini, og tí endaði Rannvá sum nummar 3, hóast hon bert hevði síni egnu stig at líta á.
Rannvá Eiriksdóttir Åkerblom hevur síðani 2007 verið búsitandi í Álandi.