TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við veteranin, Rannvá B. Andreasen aftaná 5-1 stórsigurin hjá føroyska kvinnulandsliðnum á Luksemborg á Tórsvølli fyrr í kvøld í undankappingini til HM-undankappingina.
Rannvá B. Andreasen er sera fegin um sigurin, og tey trý stigini sum eru komin til høldar. Hon staðfestir, at allar tær føroysku kvinnurnar vóru klárar frá byrjan, og hon staðfestir, at tað bar eisini á mál. Við støðuna 3-0 til Føroyar var Rannvá vís í, at tað fór at bera til sigurs hjá føroyska liðnum.
Rannvá B. Andreasen iðrar seg tó um, at hon ikki skoraði eitt mál sjálv, men heldur spældi til bóltin til Heidi Sevdal. Annars fegnast Rannvá B. Andreasen um gott føroyskt spæl, og nøkur sera vøkur mál.