Streyk avstað
Í einmansleiki hjá kvinnum hittust í ár Rannvá D. Carlsson og blaðunga Kristina Eriksen, sum somuleiðis er úr Havnar Badmintonfelag.
Rannvá D. Carlsson, sum var mett at vera stórfavorittur, fekk betru byrjanina og streyk avstað alt fyri eitt. Tað var serliga í teimum stuttu bóltunum og í teimum aftur á baklinjuna, at Rannvá vísti seg at vera sterk og í løtum fekk Kristinu at tuska runt á vøllinum.
12-4 til Rannvá tá ið komið var áleið í helvt, og tað gjørdist ov tungt hjá Kristinu at elta Rannvá allatíðina, sum at enda vann fyrsta sett trygt 21-10.
Vísti klassan
Í øðrum setti var Rannvá ikki farin niður í ferð – heldur tvørurímóti setti hon ferðina upp og smurdi Kristinu av. 8-0 var støðan áðrenn Kristina kom á talvuna, og tá var dysturin í roynd og veru avgjørdur.
Nakrir góðir bóltar vóru tó eftirfylgjandi og áskoðararnir fingu okkurt at fegnast um, men spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin hjá Rannvá fór at verða. Seinastu bóltarnar fekk Kristina við góðum spæli pyntað nakað um, men Rannvá vann tó trygt 21-9 og fekk gullið.
Hetta er fyrsta árið hjá Kristinu Eriksen í finaluni, og hóast eina lærustriku hesaferð, so spældi hon væl til tíðir og staðfesti, at hon helst er eitt navn, ið vit fara at hoyra nógv til í framtíðini.










