Rannvá og Finnur fingu gyltu skógvarnar

Bestu málskjúttarnir í føroysku landskappingini eru Rannvá B. Andreasen úr KÍ, sum vann kvinnukappingina, og Finnur Justinussen úr Víkingi, sum endaði á triðja plássi.

Í dag havi tey bæði fingið handað gyltu skógvarnar, sum eru givnir av Thomas Dam Ítrótti.

Rannvá B. Andreasen skoraði 29 mál í landskappingini, og Finnur Justinussen skoraði 21 mál.

-Eg skuldi havt skorað fleiri mál enn so, tí eg havi havt møguleikar til tað, segði Finnur Justinussen.