Leygardagin í komandi viku letur framsýning upp í Galleri 27 í Kristian Augusts gate 7 í Oslo við føroysku listakvinnuni Rannvá Konoy. Framsýningin er í sambandi við útnorðurdagarnar, sum eitt nú Norsk-Færøysk Lag skipar fyri. Framsýningin er opin til 1. des.
Hetta er fyrstu ferð, at Rannvá Konoy, sum hevur fingið listarliga útbúgving í London, sýnir fram list sína í Noregi. Hon hevur fingið sera góð ummæli, serliga hevur tað vakt ans, at hon hevur fingið góð ummæli frá viðurkendum bretskum ummælarum.
Hálvan november spælir føroyski bólkurin Aldubáran klassiskan og fólkasligan tónleik í Oslo. Tey eru á ferð runt um í Norðurlondum í døgunum 7. til 17. nov. Á ferðini í Noregi fara tey eitt nú at spæla verk eftir Sunnleif Rasmussen, sum fekk Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.