Hon vann leygardagin á tveimum teimum fremstu kvinnuligu leikarunum í Pólandi í hennara aldursbólki.
Tað hendi, tá hon, við U17 landsliðnum, tók lut í altjóða liðkapping í Pólandi, nevnd Olympic Hopes.
Rannvá vann fyrst í einmansleiki móti 16 ára gomlu Magdalenu Witek á fyrsta liðnum hjá Pólandi. Settúrslitini vóru 19-21, 21-12 og 21-10. Seinni um dagin vann hon meira sannførandi móti Mariu Taraszkiewicz, sum er á talentliðnum hjá Póla ndi. Settúrslitini vóru 21-7 og 21-15.
Rannvá Djurhuus Carlsson er tikin út at taka lut í úrvalshópinum hjá ÍSF saman við nøkrum av okkara evnaríkastu ítróttarfólkum. Úrslitið í Pólandi er uttan iva við til at stimbra undir hugin og viljan at halda fram við miðvísa venjingararbeiðinum.