Rannvá í Filmsfelagnum

Ole Wich og Birgir Kruse, sum higartil hava myndað Filmsfelagið í mong ár, hava í dag víðkað um starvsliðið, ið stendur saman um felagið, ið hevur film sum áhugamál.

Tað er við 27 ára gomlu Rannvá Jónsdóttir, ið arbeiðir sum “producer assistent” hjá Kykmyndum.

- Eg fáist eisini við aðrar filmsverkætlanir við síðurnar av, har eg arbeiði meg upp sum framleiðari, sigur Rannvá í skrivi, sum Filmsfelagið hevur sent miðlunum.

- Takk fyri fundin og fyri álitið at sleppa at gerast ein partur av Filmsfelagnum. Vónandi kann eg gera ein mun, sigur Rannvá, sum teir báðir Birgir og Ole ynskja vælkomnari.

Næsti filmur í felagnum er hin danski ”Undtagelsen”, sum byggir á samnevndu metsølubókina, og síðan er fyrsti saudiarabiski filmur, sum ein kvinna hevur gjørt, á skránni. Tað er ”Maryam The Perfect Candidate”, sum borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, fer at innleiða.