Ranja og Nóa eru best

 

Leygardagin var seinasta grandprix-kappingin hildin á hesum sinni. 

 

Hjá gentum U13A vann Erla Johannesen úr Klaksvíkar Badmintonfelag. Hetta var tó ikki nokk til at forða Ranju Joensen, eisini úr Klaksvíkar Badmintonfelag, at vinna Grandprix-kappingina samanlagt. Hon gjørdist nummar tvey leygardagin. Erla Johannesen gjørdist nummar tvey tilsamans.

 

Erla Jacobsen og Oddbjørg í Búð Justinussen gjørdust nummar trý leygardagin. Oddbjørg í Búð Justinussen gjørdist nummar trý tilsamans. Tær eru eisini úr Klaksvíkar Badmintonfelag, báðar tvær.

 

 

Hjá dreingjum U13 gjørdist Nóa Eyðsteinsson úr Miðvágs Badmintonfelag vinnari av Grand Prix 2017. Hann vann eisini kappingina leygardagin. Úrslitið í Runavík gjørdist neyvt tað sama sum í Grand Prix tilsamans. Silas Jacobsen úr KBF bleiv nummar tvey og Aron Kensson úr ÍF bleiv nummar trý. Í Runavík bleiv Eli Joensen úr KBF eisini nummar trý.