Ranieri nýggjur Monaco-venjari

Fleiri miðlar vita seinnapartin at siga, at Claudio Ranieri er nýggjur venjari hjá Monaco.

 

Ranieri hevur vant eina røð av stórfeløgum, so sum Inter, Chelsea og Roma, men komandi kappingarár skal hann altso verða venjari í fronsku aðru deild.

 

- Tað er ein stórur heiður at verða biðin til venjara hjá Monaco. Talan er um eitt av størsvu feløgum í Europa við einari stórslidnari fortíð og eins spennandi framtíð. Eg gleði meg til avbjóðingina at byggja upp eitt lið, sum kann føra felagið aftur, har tað hoyrir til – í oddin í Europa, sigur Claudio Ranieri við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Monaco gjørdist nummar átta í fronsiku aðru deild í fjør, eftir at vera flutt niður í 2011. Monaco plagdi at liggja í oddinum av fronsku Ligue 1 og í europeiskum fótbólti. Í 2004 kom felagið í Champions League finaluna, eftir at hava vunnið hálvfinaluna móti Chelsea – við Claudio Ranieri sum venjara.