Rani Vardum 25 ára starvsdag

1. februar 2004 hevði Rani Wardum politistur í Havn 25 ára starvsdag

Rani er 46 ára gamal og havnarmaður.

1. februar 1979 gjørdist hann politistanæmingur. Eftir lokna útbúgving varð hann settur sum politistur í Havn.

Hann var politistur í Århus frá 1. februar 1987 til 1. juni 1989, tá aftur bleiv settur sum politistur í Havn.