B36 vann í dag 4-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Úrslitið ber við sær, at tað nú er staðfest, at steðgurin hjá næstbesta liðnum hjá 07 Vestur í næstbestu deildini í hesum umfari bara verður eitt ár. 07 Vestur hevur tvey stig, og B36 hevur á áttanda plássi 21 stig. Tað eru 15 stig eftir at spæla um, og tí er tað greitt, at 07 Vestur eftir kappingarlok fer at flyta niður.
B36 hevur 21 stig og er undan fimm teimum seinastu umførunum seks stig frammanfyri NSÍ, ið er næstaftast. NSÍ og B36 hittast í 25. umfari við Løkina í Runavík. Tað verður 8. oktober.
Í dag var 20 ára gamli Rani Berg í Soylu stóri maðurin í Gundadali. Hann legði B36 á odda í 10. minutti. Í síðsta minutti undan steðginum javnaði Julian Mouritsen til 1-1.
Eftir steðgin skoraði B36 trý mál. Rani Berg í Soylu legði B36 á odda 2-1, og hann økti til 3-1 og skoraði harvið hattrikk. Eitt korter undan leikloki staðfesti innskifti Benjamin Heinesen trygga 4-1 heimasigurin.
Fyrr í ár var Rani Berg í Soylu nógv umrøddur, tá ið hann í fyrsta umfari í bestu deildini varð skiftur inn á besta B36 liðið, sum vann 4-1 á heimavølli ímóti B68. Hann hevði bara verið 15 sekund á vøllinum, tá ið hann staðfesti 4-1 sigurin. Sama dag hevði hann skrivað undir nýggjan sáttmála við B36.
Hósdagin fær B36 vitjan av grannunum í Undrið FF, og fríggjadagin fær 07 Vestur vitjan av Víkingi.