Rani var dagsins víkingur

1. DEILD: Toppskjúttin skoraði tvey mál í seinna hálvleiki, eftir at NSÍ í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0

Tað endaði við 2-1 sigri til gestirnar, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ í kvøld høvdu vitjan av grannunum hinumegin Gøtueið.

 

Úrslitið ber við sær, at Víkingur hevur 12 stig, og at Víkingur er á fjórða plássi.

 

NSÍ hevur sjey stig og er á áttanda plássi.

 

Í fyrra hálvleiki var tað Meinhard Janusarson, sum í 26. minutti legði heimaliðið á odda 1-0. Hetta var triði dysturin á rað, at Meinhard Janusarson var málskjútti.

 

Heimaleiðslan helt inntil 12 minuttir eftir steðgin, tá ið Rani Hansen umsetti brotsspark til 1-1.

 

2-1 sigursmálið skoraði Rani Hansen 20 minuttir undan leikloki. Uppleggið átti Jóseg Ólavsson Gleðisheygg. Rani Hansen hevur skorað 10 mál og er toppskjútti í 1. deild.

 

Merkisvert var tað, at allir spælararnir á listanum hjá báðum liðum eru føroyingar, og at talan fyri tað mesta var um ungar spælarar. Einasti veteranurin var Pól Jóhannus Justinussen á NSÍ liðnum.