Rani sendur til hús

Rani Nolsøe er ikki longur leiðari á íverksetarahúsinum

 

Vágaportalurin skrivaði í dag, at Rani Nolsøe ikki longur er stjóri á íverksetarahúsinum. Hetta váttar nevndarformaðurin, Regin W. Dalsgaard, fyri Vágaportalinum.

 

Nevndaformaðurin vil ikki siga, hvør orsøkin til hetta er, men sambært Vágaportalinum skal orsøkin finnast í óheimilaðari peninganýtslu. Kringvarpið, sum eisini hevur borið tíðindini, segði í kvøld, at tey hava tosað við Rana Nolsøe, men at hann í løtuni ikki vil gera viðmerkingar til málið.