Í nátt kom fyrsta staklagið hjá sangaranum Reiley út á stóra amerikanska plátufelagnum Atlantic Records. Sangurin kallast »Let It Ring« og er ein lættbeintur poppsangur við sera litríkari video.
Tað serliga við hesum er, at handan listanavnið Reiley er Rani Petersen úr Havn. Fyri hálvum øðrum ári síðani fekk hann plátusáttmála við Atlantic Records, og hann hevur verið í USA og arbeitt við tónleiki í tíðini síðani.
Reiley hevur verið sera virkin á sosialum miðlum – ikki minst TikTok, har hann hevur yvir 10 milliónir fylgjarar. Har hevur hann lagt brot av sangum út, og tað varð so væl umtókt, at fimm plátufeløg buðu honum sáttmála í 2019. Valið fall á Atlantic Records, sum er plátufelagið hjá eitt nú Bruno Mars, Ed Sheeran og Cardi B.
– Hetta er sera spennandi og ein stórur møguleiki, men hetta er bert fyrsta stigið. Eg eri als ikki komin á mál enn, segði Rani Petersen við Sosialin fyri einum góðum ári síðani.
Nýggi sangurin hjá Reiley kann síggjast og upplivast her:
##med2##