Rani og Astrid á gáttini til EM

Tveir av fremstu amboðsfimleikararnir í landinum Rani Dalsgarð og Astrid Nanly Breckman eru á gáttini til at sleppa til EM seinni í ár

Føroyskur fimleikur hevur tikið seg nógv fram seinastu árini. Bæði estetiskur fimleikur og amboðsfimleikur hava víst góð úrslit.

 

FIMI í Gundadali er staðið í Tórshavnar kommunu, har íðkararnir venja bæði morgun, dag og kvøld.

 

Fremstu amboðsfimleikararnir í landinum eru Rani Dalsgarð og Astrid Nanly Breckman. Tey eru bæði á gáttini til at sleppa við til EM í amboðsfimleiki, sum verður í desembur.

 

Eitt nú hevur Astrid tikið sær alla tíðina til fimleikin burturav í eitt ár.

 

Borgarstjórin, Annika Olsen, hitti báðar fimleikararnar í morgun, tá ið teir vandu saman við venjaragreipuni Razvan Selariu og Camelia Mindricel.

- Fimleikararnir skulu hava eina grøv í FIMI. Tað er avgerandi neyðugt fyri at fimleikararnir kunnu menna seg og hava tryggar umstøður at íðka í, sigur Annika Olsen.

 

Arbeiðið er mett at kosta 1 mió kr. Og ætlanin er at seta pengarnar av á fíggjarætlanini fyri 2021.

 

- Tað, at umstøðurnar at íðka fimleik í Føroyum verða betraðar, ger, at føroysku fimleikararnir fara at røkka enn betri úrslitum, sigur Eyðun Mørkøre, formaður í Føroya Fimleikasambandi.