Rani Nolsøe og nevndin í Íverksetarahúsinum gjørt fráfaringaravtalu

Orsøkin til skilnaðin partanna millum er ósemja um nakrar dispositiónir hjá nú fyrrverandi stjóranum.

Herfyri kom fram, at stjórin í Íverksetarahúsinum, Rani Nolsøe, var sendur til hús.

Nú hevur nevndin fyri Íverksetarahúsið sent út soljóðandi tíðindaskriv um støðuna:

Rani Nolsøe og nevndin í Íverksetarahúsinum hava gjørt fráfaringaravtalu.

 

Orsøkin til skilnaðin partanna millum er ósemja um nakrar dispositiónir hjá nú fyrrverandi stjóranum.

Eitt sera stutt tíðindaskriv, ið ikki kemur inn á smálutir í málinum, men sum tó staðfestir, at nevnd og stjóri eru ósamd um handfaring hjá stjóranum av ávísum málum. Eisini verður staðfest í stuttu orðingini, at stjórin hevur fingið fráfaringaravtalu, uttan at komið verður hesum nærri í smálutum.