Rani Nolsøe hevur givið nýtt lag út, sum hann kallar "Føroyar er land mítt". Rani Nolsøe hevur gjørt lagið, og orðini eiga Margrét Jónsdóttir, Sámal Jacob Debes Olsen & Rani Nolsøe. Teksturin er lutvíst týddur og umyrktur eftir sanginum “Island er land þitt”, sum Margrét Jónsdóttir yrkti.
Í sambandi við nýggja lagið hevur Rani Nolsøe eisini lagt eitt videolag út á sína YouTube rás. Vøkru dronumyndirnar hevur Reimund Langgaard tikið.
##med2##