Rani Nolsøe stillar upp

Kendi tónleikarin verður eitt av valevnunum til býráðsvalið í Klaksvík

Klaksvík: Hóast listin hjá Tjóðveldisflokkinum til býráðsvalið í Klaksvík ikki er endaligur enn, er tað greitt, at eitt av nýggju valevnunum á listanum verður Rani Nolsøe.

Tónleikarin, sum er best kendur frá tiltikna bólkinum Frændur, fer tí fyri fyrstu ferð at taka lut í tí lokalpolitiska lívinum upp undir komandi býráðsval.

Tjóðveldisflokkurin hevur havt tveir uppstillingarfundir, og í gjárkvøldið skuldi triði fundurin verða. Tá skuldi listin ætlandi gerast liðugur, og sum vit hava skilt, verður Rani Nolsøe eitt av valevnunum.

Rani Nolsøe er havnar- og menningarstjóri í Klaksvík.