Rani Nolsøe á Skarv

Leygarkvøldið fara Rani Nolsøe og Páll Sólstein at undirhalda á Skarv.

 

Herfyri spældu hesir báðir til eitt sera væleydnað tiltak í heimbýnum Klaksvík. Leygarkvøldið syngja og spæla teir tónleik eftir Frændir, Straight Ahead, Elton John, Billy Joel, John Lennon, Queen og Kris Kristofferson. Rani syngur og spælir gittar og Páll á keyboard.

 

Leygardagin verður stór føroysk róðrarstevna í Sydhavnini. Útiseta-bátafelagið Knørrur skipar fyri hesum og róðrarfólkið endar á Skarv til máltíð og undirhald áðrenn almenni dansurin byrjar.

Meira kann lesasta á skarv.info

 

Tónleikurin á skarv leygarkvøldið byrjar um miðnáttarleitið.