Rani kanska økisforseti

Íslendingar tykjast ætla, at Rani Nolsøe skal gerast økisforseti fyri FIDE øki 7

Talv

Bled: Aðalfundurin í altjóða talvsambandinum er spakuliga byrjaður, men sjálvur høvuðsfundurin er ikki fyrr enn leygardagin. Forsetaval er á skránni, men tað verður ikki serliga spennandi tí einki mótvalevnið er ímóti sitandi forsetanum Kirsan Ilyumzhinov. Hinvegin er stórur spenningur hvør skal vera forseti í FIDE øki 7, sum eru Norðanlondini. Íslendingar hava átt forsetan seinastu seks árini, men svenska talvsambandið er sera ágrýtið og ætlar sær at fáa ein svia í sessin. Men hesum vilja íslendingar ikki vita av. Sambært vanligu gongdini eigur forsetin at koma úr Noregi, Danmark ella Føroyum. Sum skilst á serliga íslendingum, men eisini øðrum norðanlondum, er ikki óhugsandi, at formaðurin í Talvsambandi Føroya, Rani Nolsøe, kann vera skotin upp sum forseti í FIDE øki 7, men einki fæst at vita um hetta fyrr enn á sjálvum aðalfundinum leygardagi.