Rani heldur eisini fram í B36

Betri deildin menn: B36 hevur longt sáttmálan við fleiri av ungu spælarnum

Mynd: (B36) Magne Hoseth, venjari hjá B36, og Rani Berg í Soylu

Rani Berg í Soylu, sum verður 22 ár í dag, hevur longt sína avtalu við B36, so hon eisini er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini, boðar felagið frá.

 

- Rani er ein í røðini av mongum ungum spælarum, sum hava skrivað undir við B36 seinastu tíðina. Hinir eru Mattias Hellisdal, Rói Hansen, Jógvan Gullfoss og Carl Mikkelsen, skrivar B36.

 

Rani er miðvallari og hevur spælt 20 skrásettar dystir fyri besta liðið síðan 2022. Í fjør fekk hann seg royndan í EB/Streymi. Hann hevur verið skaðadarvaður seinastu vikurnar, men væntast tøkur aftur í næstum.

 

Mynd: (B36) Magne Hoseth, venjari hjá B36, og Rani Berg í Soylu