Rani Hansen til EB/Streym

Betri deildin menn: EB/Streymur og Rani Hansen hava skrivað undir sáttmala fyri kappingarárið 2023

EB/Streymur og Rani Hansen hava skrivað undir sáttmala fyri kappingarárið 2023. Rani er 22 ára gamal, kemur frá Norðragøtu og hevur øll árini spælt við Víkingi.

 

- Rani hevur sambært FaroeSoccer skotið 32 mál í 82 dystum í 1.deild og heili 26 í 24 dystum í U21 kappingini. Í fjør gjørdist Rani toppskjútti fyri Víking, sum endaði á einum ørðum plássið í 1.deild. Í fjør fekk hann eisini sínar fyrstu minuttir í betrideildini í einum 3-0 sigri á NSÍ, skrivar EB/Streymur.

 

Tilgongdin telur umframt Rana Hansen, eisini ein annan spælara úr Víkingi. Nevniliga Bergur Poulsen. Frágongdin telur Kristian Joensen, Jóhann H. Joensen, Jay Andersen og Mattias W. Joensen.