Í gjár varð nevnt, at Rani Nolsøe møguliga fór at vera skotin upp sum forsetið fyri FIDE økið 7, t.e. eru Norðanlondini. Í dag hava íslendingar boða frá, at teir stuðla Rana og fara at skjóta hann upp á fundinum hósdagin. Sum skilst eru danir møguliga sinnaðir at stuðla, og tað sama skulu finnar vera. Spurningurin er bara, hvat tey bæði stóru londini, Svøríki og Noreg, siga til uppskotið, og hvat kann henda á sjálvum fundinum. FIDE økið 7 er ikki tað sama sum Norðurlendska talvsambandið, men sjálvsagt er stórt samstarv. Høvuðsuppgávan er at tryggja rættindini hjá norðanlondunum í altjóða talvsambandinum, FIDE, og gera norðanlondini sjónligari á talvhválvinum.










