Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannamálaráðnum
-----
Heildarætlanin um harðskap í parløgum og nærsambondum var eitt av evnunum í tíðindasendingini hjá sjónvarpinum fríggjakvøldið í farnu viku og aftur í sendingini í gjárkvøldið, tá Heildarætlanin var evni í kjakinum eftir Dag og Viku.
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, var bæði kvøldini í sjónvarpsstovuni og svaraði spurningum um raðfestingarnar í heildarætlanini.
Í hesum sambandi nevndi verturin millum annað, at 590.000 krónur um árið fara í lumman á samskiparanum, Elini Winther Poulsen.
Hetta er ikki rætt. Samskiparin fær løn sambært sáttmála við BLF, - 6. stig, svarandi til 33.609,47 kr. pr. mðr., umframt eftirløn.
Men hóast Almannamálaráðið – bæði munnliga og skrivliga – hevur greitt tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum frá hesum, og hóast tey eru biðin um at rætta hesar faktuellu skeivleikar, hava tey ikki viljað gjørt tað.
Almannamálaráðið kennir seg tí noytt til at koma við hesi almennu rættleiðing.
Almannamálaráðið heldur tað vera sera harmiligt, at Kringvarpið við navns nevnilsi viðger lønina hjá samskiparanum, enntá á skeivum grundarlagi. Hetta var tað, ið stóð eftir, tá sendingin fríggjakvøldið var liðug.
Eftir okkara tykki, átti Kringvarpið at sett seg inn í slík faktuell viðurskifti áðrenn sendingina, so almenningurin fekk rætta upplýsing.
Hetta er tíðindaflutningur, sum flytur fokus av órøttum og gruggar arbeiðið við verkætlanini. Eitt arbeiði, sum allir flokkar á tingi hava tikið undir við og sum higartil hevur gingið sera væl, eftir tí leisti, sum varð lagdur tá Heildarætlanin varð handað í 2011.