Rangers á veg undir umsiting

Skotska stórfelagið, Glascow Rangers, hevur søkt um at felagið fer undir umsiting.

 

Neyðugu pappírini eru latin inn, men felagið heldur fram sum vanligt.

 

Rangers hevur nú 10 dagar til at taka endaliga støðu. Ímeðan verður sagt, at hetta onga ávirkan hevur á atgongumerkja havarar ella partabrævaeigarar.

 

Leiðslan í Rangers við eigaranum, Craig Whyte á odda, hevur tikið hesa støðu, meðan felagið bíðar eftir einari avgerð hjá skattakærunevndini, sum við bótum er heilar 49 milliónir pund.

 

Felagið segði tó í einari fráboðan, at fall dómurin teimum ímóti, kann hetta kosta munandi meiri enn tær 50 milliónir pundini, ið nevnd eru. Craig Whyte segði, at talan kundi verða upp til 75 milliónir pund, skrivar BBC Sports.

 

Endar tað við, at Rangers verður sett undir umsiting, missir felagið 10 stig, og harvið eisini møguleikan at endurvinna skotska meistaraheitið. Rangers er framman undan fýra stig aftan fyri arvafíggindarnar, Celtic.