Barcelona hevur vunnið bólk við minimum 11 stigum. Stuttgart hevur 3 stig, Glasgow Rangers og Lyon hava 7 stig hvør. Eitt hitt mest óvæntaða úrslitið í Champions League í ár, var 3-0 sigurin hjá Rangers á Stadé de Gerland leikvøllinum í Lyon. Lee McCulloch, Daniel Cousin og Damarcus Beasly skoraðu málini fyri Rangers tá. Sigurin merkir, at Rangers bert tørvar ein javnleik ímóti Lyon á Ibrox fyri at koma víðari í 1/8 finalurnar. Hagtølini eru við Rangers. Rangers hava ikki tapt í 14 heimadystum í evropeiskum kappingum. Liðið hevur ikki tapt í 6 heimadystum í Champions League. Men Rangers hevur tapt tveir teir síðstu dystirnar, báðar á útivølli, ímóti Barcelona og Stuttgart. Síðst Rangers taptu ein evropeiskan dyst á heimavølli var ímóti júst einum fronskum liði. 15. desember í 2004 tapti Rangers ímóti Auxerre. Úrslitið tá var 0-2.









