Rangers á odda

Rangers liggur nú til at vinna skotska meistaraheitið í fótbólti. Um vikuskiftið spældu Rangers og Celtic týðandi toppdyst, og Rangers vann dystin 1-0. Dysturin var intensur við nógvum nærdystum og seks gulum kortum, men tað kom bert eitt mál í dystinum. Tað skoraði Rangers í fyrra hálvleiki. Málskjútti var Steven Davis. Rangers liggur nú 1 stig frammanfyri Celtic, men tríggir dystir eru eftir at spæla.