Rangers drakk Redbull – West Ham sá reytt

Europa League: Skotska Rangers vann óvæntað á RB Leipzig, meðan Eintracht Frankfurt søkti West Ham

Mynd: (Scanpix) John Lundstram hevur skorað avgerandi málið fyri Rangers

Í gjár vóru seinnu hálvfinalurnar í Europa League kappingini. Skotska Rangers vann á favorittunum úr RB Leipzig, meðan eitt reytt kort kostaði West Ham dýrt. Sjálvt David Moyes misti høvdið og bleiv útvístur.

 

Rangers (0)-(1) RB Leipzig 3-1 (Rangers vinnur samanlagt 3-2)

 

Gestirnir úr Týsklandi vóru favorittar at koma víðar. RB Leipzig hevur eitt væl størri budget og heimaliðið hevði nógvar skaðar at dragast við. Men við málum frá James Tavernier, Glen Kamara og John Lundstram megnaði Rangers at vend uppgerðini og koma víðari.

 

Eintracht Frankfurt (2)-(1) West Ham 1-0 (Eintracht Frankfurt vinnur samanlagt 3-1)

 

Heimaliðið vann fyrru uppgerðina 2-1 og longu aftaná 19 minuttir fekk vinstri bakkurin hjá West Ham, Aaron Cresswell, beinleiðis reytt kort. Løtu seinni tóktist Rafael Borré avgerð uppgerðina við mál til 1-0. David Moyes, venjari hjá West Ham, fekk eisini reytt kort, fyri at sparka ein bólt eftir einum bóltadreingi.

 

Eintracht Frankfurt og Rangers møtast í finaluni, sum verður í spanska býnum Sevilla 18. mei.

 

Mynd: (Scanpix) John Lundstram hevur skorað avgerandi málið fyri Rangers