Tá íslendska felagið, Valur, um vikuskiftið fer at spæla landskappingardyst verður tað helst við føroyska landsliðsmálverjanum, Randi Wardum, millum stengurnar. Hon hevur skrivað sáttmála, sum bindir hana at felagnum hetta kappingarárið.
Randi Wardum var í oktober og royndarvandi í Valur, men hon vísti í fyrra umfari tilboðnum um sáttmála aftur.
KÍ luttók í summar í UEFA CUP kappingini, har tær millum annað leikti móti júst Valur.