Hetta hendi, tá Hvirlan skipaði fyri kastikapping á breytini við Eysturskúlan í Havn.
Longu í fyrstu grein Randi hvussu langt hon er komin í ár. Í fyrsta kastinum við hamaranum kom hon út á 37.31 m. Tað var 11 cm frá hennara føroyska metið. Næsta kastið var styttri og tað triðja fór í netið, men í fjórða umfarið kastaði hon 37.92 m, og betraði sostatt føroyska metið við hálvum metri. Í fimta umfarið gjørdi hon so bart. Tá kastaði hon hamaran heilt út á 39.79 m, og setti sítt næsta føroyska met á degnum. Síðsta kast var 38.02 og sostatt eisini longur enn gamla føroyska metið. Samalagt setti hon tvey føroyskt met og betraði metið við tilsamans 2,37 metrum.
Og eisini í kast 5-dystinum gjørdist talan um nýtt føroyskt met til Randi.