Skip
Trolbáturin Randi, sum Føroya Banki keypti á tvingsilssølu beint fyri ólavsøku í ár, er nú seldur til Danmarkar.
Tað er ein dani í Hanstholm, haðani báturin í sínari tíð varð keyptur til Føroya, sum hevur keypt Randi.
Teir fóru úr Føroyum við bátinum miðskeiðis í seinastu viku og komu til Hanstholm í øllum góðum sunnumorgunin.
Í Danmark skulu manningarrúmini umbyggjast, umframt at onkrar aðrar broytingar skulu gerast. Síðan fer danin, sum hevur keypt trolbátin, at brúka hann til vanliga ísfiskaveiði og til veiði eftir hummara.
Edmund Jacobsen á vinnulívsdeildini hjá Føroya Banka sigur, at danin, sum hevur keypt Randi frá bankanum, misti sín bát í summar, tá hesin sakk, og nú Randi var til sølu, valdi hann at keypa trolbátin, sum hann kendi frá tí, at hann var heimahoyrandi í Hanstholm.
Tað var felagið Sp/f Randi á Toftum, sum átti bátin, ið er longdur í Vági og hevur fingið nýggja maskinu, meðan hann hevur verið heimahoyrandi í Føroyum.
Føroya Banki ynskir ikki at upplýsa søluupphæddina.










