Í gjárkvøldið kappaðist Randi Kúrberg í spjótkast. Tað gekk sum ætlað, tá hon tveitti tey bæði fyrstu spjótini. Men støðið síðani seinastu oyggjaleikir er hækkað rættiliga ógvusligt, og tí var neyðugt hjá henni at satsa við triðja kastinum, um hon skuldi fylgja við hinum. Hetta miseydnaðist tíverri, og tað bleiv sostatt ikki til ætlaðu finaluna hjá henni.
Randi kastaði annars 34,84 í gjár, og tað er hennara næstbesta kappingarúrslit nakrantíð.










