Fótbóltur
Íslendska meistaraliðið í kvinnufótbólti, Valur, sum hevur føroysku Randi Wardum í málinum vann sera sannførandi á sínum trimum mótstøðuliðum í UEFA Womens Cup.
Fyrsta dystin ímóti walisiska liðnum, Cardiff vann Valur 8-1. Næsta dystin ímóti slovakiska liðnum, Sala vann Valur 6-2. Og triðja og seinasta dystin ímóti ísraelska liðnum Maccabi Holon vann Valur so sannførandi, sum 9-0. Samlað gav hetta valskvinnum 9 stig, og eina málúrtøku uppá heili 23-3. Randi og liðfelagarnir eru nú millum tey síðstu 16 liðini, sum eru eftir í kappingini.
Í næsta bólkaspælinum verður tað ikki smávegis mótstøða, sum Randi og valskvinnur fáa. Millum mótstøðuliðini er italska liðið, Bardolino Verona, og svenska meistaraliðið Umeå, sum hevur heimsins besta kvinnuliga fótbóltsspælara á liðið sínum. Talan er um brasilianska spælaran, Marta. Næsta bólkaspælið verður í Umeå, sum liggur norðarliga í Svøríki, og verður bólkaspælið í døgunum frá 9. til 14. oktober.









