Randi og Teitur best í málinum

Ársins málverjar í ár eita Randi S. Wardum og Teitur M. Gestsson

Tað gjørdust tey bæði, Randi og Teitur, sum fingu flestu atkvøðurnar, tá alt varð lagt saman í atkvøðugreiðsluni um at verða ársins málverji í føroyskum fótbólti.

 

Randi hevur aftur í ár verið fastur partur av liðnum hjá KÍ, hóast hondbólturin eisini fylti nógv móti kappingarenda. Og hon vann atkvøðugreiðsluna framman fyri Ninu Davidsen og Annu Hansen.

 

Teitur Matras Gestsson hevur í ár verið eyðsýndur í HB-málinum, og hann fekk flestar atkvøður framman fyri Tórð Thomsen og René Tórgarð.